Argja Róðrarfelag ársins felag

Mánakvøldið var árliga kappróðrargalla, har øll kappróðraráhugað vera savna til stóra veitslu.

Ársins kappróðrar ár er av, og sum vant endar árið við árliga kappróðrargalla. Veitslan sum var stuðla av Okkara, var mánakvøldið í bygdarhúsinum í Hósvík. Kvinnurnar á Teistanum skipaðu fyri veitsluni. Hølið var fult og fyriskipararnir máttu avmarka luttøkuna, tí pláss var ikki fyri fleiri fólki.

 

John Danielsen var veitslustjórið og Hansa Johannesen borðreiddi við góðum mati fyri 270 gestum, sum eisini blivu undirhildin av Kára Cool og bólkinum Brim.

 

Ársins felag bleiv eisini valt har nevndirnar í ymsu feløgunum sleppa at greiða atkvøðu, tí mett verður at hesi munnu hava best innlit í hvat fyrigongur handan tjald. Hendan heiðurin Vann Argja Róðrarfelag, sum hóast hendan heiðurin ikki hevur verið serliga eyðsýnt á heiðursmerkjapallinum.

 

Felagið hevur bert tríggjar stevnusigrar og einans tveir bátar endaðu millum tríggjar teir bestu í FM. Um enn ikki úrlslitini vóru eftir vild, so er ongin ivið um at felagið er væl skipa, hevur góðar umstøður og at nevndin ger nógv fyri rógvaran í felagnum, og hetta er uttan iva tað sum hevur verið við til at tey fáa heiðurin.

 

Ársins brøgd annars skuldu eisini heiðrast og dómsnevnd var sett til høvið. Í dómsnevndini vóru 8 fólk, 4 kvinnur og 4 menn, sum øll eru fyrrverandi kappróðrarfólk. Hesi hava fylgt við alt árið og hava síðani gjørt sínar metingar. Hesi fólkini eru ikki tengd at nøkrum ávísum kappróðrarfelag og eru búsitandi ymsa staðni í landinum. Tey valdu soleiðis:

 

Kvinnur:

Ársins áralag – Teistin

Ársins startur – Rádni

Ársins comeback – Drekin gentur

Ársins endaspurtur – Erla Kongsdóttir

 

Mannfólk:

Ársins áralag – Klaksvíkingur

Ársins startur – Sundabáturin

Ársins comeback – Ormurin Langi

Ársins endaspurtur – Fípan Fagra