Argja Róðrarfelag heiðrað

Á samkomu á Dimmalætting mikukvøldið var avdúkað, at lesararnir hjá Dimmu høvdu valt Argja Róðrarfelag til at hava framt ársins ítróttarbragd 2004.

Fimm ymisk ítróttarfólk, lið ella feløg vóru í uppskoti til ársins ítróttarbragd, sum lesararnir hjá Dimmu so kundu velja millum. Umframt Argja Róðrarfelag vóru tað flogbóltsspælarin Rúni Weihe, kvinnulandsliðið í hondbólti, 1. deild menn hjá HB og súkklarin Gunnar Dahl Olsen.

Vunnu trý føroyameistaraheitir
Tað var royndi ítróttarskrivarin á Dimmu, Emil L. Jacobsen, ið avdúkaði, hvørji trý tey fremstu í atkvøðugreiðsluni vóru.
Nummar trý gjørdist kvinnulandsliðið í hondbólti, sum í fjør vár gjørdist nummar tvey í Challenge Cup Trophy kappingini í Italia.
Næstfremstur gjørdist flogbóltsspælarin Rúni Weihe, sum fór til Tromsø í lestrarørindum, og so fór at spæla flogbólt við Tromsø, sum í fjør gjørdist bæði norskur meistari og steypavinnari.
Vinnarin av ársins ítróttarbragdi gjørdist sum áðurnevnt Argja Róðrarfelag, ið hevði fingið 27 prosent av atkvøðunum. Argja Róðrarfelag hevði eitt framúr gott róðrarár í fjør, tá ið felagið vann trý av teimum seks føroyameistaraheitunum, ið kappast verður um í kappróðri.
5-mannafarið Blikur hjá argjamonnum gjørdist føroyameistari bæði hjá gentum og dreingjum, og flaggskipið hjá felagnum, Argjabáturin, gjørdist føroyameistari hjá 8-mannaførunum, har báturin vann allar róðrarnar uttan ólavsøkuróðurin.
Eftir at heiðursskriv og blómutyssi var handað formanninum í Argja Róðrarfelag, Sigurd Andreasen, tók forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Heðin Mortensen, orðið. Heðin er gamal róðrarmaður, og hann greiddi eitt sindur frá søguni hjá Argja Róðrarfelag, og hann bar eisini vegna ÍSF eina heilsu til øll hini, ið vóru í uppskoti, tí tey eisini høvdu tænt føroyskum ítrótti í 2004.