Argir og Havnin skiftast um

Eftir sigurin í Kollafirði eru tær umborð á Bliki best fyri í kappingini um meistaraskapin, sum argjabáturin við gentumanning ikki hevur vunnið í seytjan ár

5?MANNAFØR GENTUR

Tað er stórur spenningur í kappingini millum 5?mannafør við gentumanningum. Á Norðoyastevnu vunnu tær umborð á Bliki. Á Fjarðastevnu vann Sílið, sum ikki hevði staðið seg so væl í Klaksvík. Blikur gjørdist nummar tvey á Strondum, og leygardagin var Blikur aftur fremstur. Harvið hava argjagentur syrgt fyri at vera í góðari støðu, nú róðrarárið er knappliga hálvrunnið. Støðan hjá teimum gjørdist uppaftur betur, tí Sílið ikki megnaði meiri enn triðja plássið í Kollafirði. Genturnar í Havnar Róðrarfelag taptu kappingina um næstfremsta plássið rættuliga tepurt ímóti Havfrúnni. Tað vóru bara ein ella tvær sponnir á muni.
Sílið legði annars bragdligast fyri. Blikur fylgdi væl við, og Havfrúgvin og Drekin lógu eisini væl fyri eftir startspurtin.
Tá ið knappliga hálvur teinurin var rógvin, legði Blikur seg við síðuna av Sílinum. Munurin minkaði skjótt, og Blikur gjørdist nummar eitt og økti um munin til eina hálva bátslongd og eina løtu til meiri enn tað.
Í endaspurtinum megnaði Blikur at halda tørn um fjarstøðuna til næstu bátarnar. Sílið tóktist leingi skula vinna næstfremsta plássið. Men tær umborð á Havfrúnni vóru rættuliga drúgvar og megnaðu akkurát at trýsta seg framum Sílið.
Fjarstøðan til hinar bátarnar var rættuliga stór. Drekin gjørdist nummar fýra bara eina lítla rong frammanfyri Fípuna Føgru, og so vóru meiri enn tvær bátslongdir aftur til nýggja Firvaldin, sum komandi leygardag fer at royna seg í heimasjógvi. Firvaldur við gentumanning er einasta umboðið fyri Tvøroyri í kappróðrinum í summar.
Sílið vann FM í fjør. Argjagentur umborð á Bliki hava sjálvandi ikki enn kannað sær FM heitið og so langt í frá tí. Men um tað fer at eydnast hjá teimum at vinna FM, so verður tað hugaligt hjá Argja Róðrarfelag. Blikur við gentumanning hevur bara eina ferð áður vunnið FM. Tað var í 1986. Genturnar, sum í ár manna Blik, eru hesar: Joan Mikkelsen ? Anna Andresen, Lív Simonsen, Maud Poulsen, Elsa Sørensen, Mayken Petersen, Hallgerð