Argir missir í miðróðrinum

Við triðja sigrinum upp í slag styrkti Kvívíkingurin um sína støðu í kappingini um meistaraskapin

8?MANNAFØR
Jóannes Hansen


Kvívíkingar eiga bestu manningina í kappingini millum 8?mannafør. Tað vóru fyrstu ábendingarnar um á Skálafjørðinum, tá teir settu Argjabátin, sum hevði vunnið í Klaksvík, upp á pláss, tað sást aftur í Hósvík, og leygardagin var tað aftur staðfest á Vágsfirði.


            Gongdin í kappingunum higartil hevur verið tann, at Argjabáturin hevur havt besta startin, og at Argjabáturin hevur staðið seg væl í endaspurtinum. Tað hevur verið í miðróðrinum, sum teir kalla tað, at Kvívíkingurin hevur vunnið seg til eitt greitt fremsta pláss. Og júst soleiðis var tað í Vági.


            Á málinum var Kvívíkingur ein stóran skut undan Argjabátinum. Tað var eingin ivi um sigurin, men munurin var ikki størri enn so, at tað ber til at ímynda sær, at Argjabáturin hevur møguleika at geva Kvívíkinginum ein skarpan gang í Miðvági. Men so er treytin hjá argjamonnum, at teir fáa betri tak á miðróðrinum, enn teir hava havt tær seinastu ferðirnar.


            Spurningurin er so, um teir umborð á Kvívíkinginum eiga meiri í sær til endaspurtin, enn tað hevur verið neyðugt hjá teimum at vísa tær seinastu ferðirnar.


Smiðurin rør við


Sámal Hansen hevur smíðað Argjabátin, og hann hevur eisini smíðað Kvívíkingin. Í Miðvági verður ein nýggjur Ørvur við í kappingini. Sámal Hansen hevur eisini smíðað tann bátin.


            Nevið Reyða vann FM í fjør. Í ár hava klaksvíkingar ikki mannað 8?mannafarið. Tí hava teir í Kappróðrarfelagnum NSÍ lænt bátin, sum teir róðu við á Skálafjørðinum. Teir vóru ikki við í Hósvík, men leygardagin vóru teir við í Vági.

            Umborð á Nevinum Reyða situr Sámal Hansen, sum eisini hevur smíðað tann bátin. Í Vági var Nevið Reyða leingi væl við í kappingini, men at enda sást tað væl, at teir vóru ikki í somu venjingarstøðuni, sum hinir vóru. Men hóast tað ikki eydnaðist honum og hansara at vinna, so kann Sámal Hansen gleðast um, at tað so at siga eru bátarnir hjá honum, sum vinna!