Maðurin, sum gav Wayne Rooney reyða kortið, skal døma HM-finaluna millum Frakland og Italia sunnudagin. 42 ár gamli Horacio Elizondo má hava dømt væl undir HM-kappingini, tí hóast hann dømdi setanardystin, er hann eisini settur at døma finaluna. Tað er ikki vanligt. Fólk minnast hann helst best frá dystinum millum Ongland og Portugal, tá ið hann vísti Wayne Rooney av vøllinum. Japanski Toru Kamikawa er settur at døma dystinum triðja plássið, sum er millum Týskland og Portugal og verður spældur leygardagin.










