Ungu stjørnuskotini hjá Argentina gjørdu um seg, tá fótbóltslandsliðið í gjárkvøldið vann klassisku uppgerðina móti Uruguay. Lionel Messi og Sergio Agüero – sum annars er versonur Diego Maradona – nýttu bert 12 minuttir um at skjóta Argentina upp á 2-0, men spenningur kom aftur í, tá Diego Lugano minkaði um munin eftir 35 minuttum. Fleiri mál komu tó ikki í dystinum, og so var fagnaðurin sum vera man ovurstórur í Argentina.