Argentina og Lionel Messi hava í kvøld vunnið seg í HM-finaluna, fyri aðru ferð síðani 2014. Argentina vann 3-0. Stóru spælararnir vóru Lionel Messi og áleyparin, Julian Alvarez. Fyrrnevndi skoraði eitt mál og legði hegnisliga upp til eitt annað, meðan Julian Alvarez skoraði hini bæði málini og vann brotssparkið, sum Lionel Messi skoraði upp á.
Tað gekk javnt á fram til ein stórur hálvur tími var spældur. Tá rann Julian Alvarez seg leysan av verjuni hjá Kroatia og bleiv feldur av málverjanum. Lionel Messi var ísakaldur og smekkaði bóltin upp í nettakið.
Bara fimm minuttir seinni rann sami Julian Alvarez, sum spælir við Manchester City, seg leysan eina ferð afturat. Eftir bæði eina og tvær taklingar endaði tað við, at hann kundi skjóta bóltin í málið til 2-0.
Til seinna hálvleiki royndi Kroatia seg við útskiftingum og broyttari spælskipan, men tað nyttaði lítið. Sjáldan var vandi á ferð frammanfyri málinum hjá Argentina. Í hinum endanum setti Lionel Messi verjuna hjá Kroatia upp á pláss við framúr dribbling, og serveraði bóltin fyri føturnar á Julian Alvarez, ið lættliga kundi skora til 3-0.
Restina av dystinum var bara ein avgreiðsluspurningur. Lionel Messi fær nú møguleikan, at spæla eina HM-finalu afturat. Seinast var í 2014, tá Argentina tapti 1-0 móti Týsklandi. Í morgin spæla Fraklang og Marokko um hitt plássið í finaluni.