Eftir ein greiðan 4-0 sigur á Peru, er Argentina klárt at møta Meksiko í hálvfinaluni í Copa America. Argentina átti allan fyrra hálvleik, men skoraði øll málini í seinna hálvleiki, tá ið teir skrúvaðu leikferðina upp. Peru megnaði als ikki at fylgja við, og so kundu Riquelme (2), Lionel Messi og Javier Mascherano skorað tey fýra málini. Í hinari hálvfinaluni møtir Argentina Meksiko, meðan hin hálvfinalan er mannað av Brasilia og Uruguay.
Tíðindi