Argentina í HM finaluni

Fyri fyrstu ferð í 24 ár er Argentina aftur í HM finaluni. Argentina vann í kvøld brotssparkskapping móti Hollandi.

Argentina vann í kvøld hálvfinaluna móti Hollandi eftir brotssparkskapping.

 

Talan var annars um ein heldur keðiligan dyst, har hvørki av liðunum hevði nakran stórvegis málmøguleika. Tí endaði bæði tann vanligi dysturin og tann longda leiktíðin málleys.

 

Merkisvert var at Holland hevði bara 1 skot á málið hjá mótstøðuliðnum allar 120 minuttirnar, meðan Argentina hevði 4.

 

Hetta var samstundis eisini fyrstu ferð nakrantíð at ein hálvfinala í einum HM endaspælið endaði málleys.

 

Tá farið var til brotssparkskapping hevði Holland brúkt allar tríggjar útskiftingarnar og tí slapp eykamálverjin Tim Krul ikki inn til brotssparkskappingina hesaferð.

 

Argentina skoraði øll síni brotsspørk, meðan Holland misnýtti tvey.

 

Argentina skal í finaluni møta Týsklandi. Argentina og Týskland leiktu eisini HM finalu fyri 24 og 28 árum síðani. HM finalan verður sunnukvøldið klokkan 20:00.

 

Holland skal leygarkvøldið leika bronsudyst móti Brasil, tann dysturin byrjar somuleiðis klokkan 20:00.

 

Holland - Argentina 0-0 (0-0) Argentina vann eftir brotssparkskapping