Argentina í finaluni

Lionel Messi og Alexis Sanchez hittast í finaluni í Copa América

Copa América verður leikt í Chile í hesum døgum, og eru hálvfinalurnar júst blivnar spældar. Vertslandið, Chile, leikti seg í finaluna mánakvøldið við 2-1 sigri á Peru. Í nátt bleiv seinna hálvfinalan leikt ímillum Argentina og Paraguay.

 

Ongin ivi var um, at Argentina var stórfavorittar, og sigast má stutt og greitt, at Lionel Messi og hansara menn livdu upp til favorittleiklutin.

 

Tí at dysturin endaði heili 6-1 til Argentina. Málskjúttar hjá Argentina vóru Marcos Rojo, Javier Pastore, Sergio Aguero, Gonzalo Higuain og Angel di Maria, ið skoraði tvey mál. Einsamalla málið hjá Paraguay skoraði Lucas Barrios.

 

Finalan í Copa América ímillum Chile og Argentina verður leikt leygarkvøldið.