Arge-menn siga frá hvør sínum landsdysti

Arge-mennirnir hava gjøgnum trý ættarlið verið føroyingum dygdargóðir frásøgumenn, tá um ítrótt ræður.

 

Alt byrjaði við gamla útvarpsstjóranum, Niels Juel Arge, sum legði lunnarnar undir beinleiðis ítróttarfrásøgn í føroyskum útvarpi. Síðani tóku synir hansara, Jógvan og Magni Arge yvir leiklutin, sum ítróttarfrásøgumenn. Og í hesari øldini hevur triðja ættarlið, Tróndur Arge prógvað á Rás2, at eisini hann hevur sjáldsama talentið at rúnabinda lurtaran við ferðmiklum og spennandi frásagnum.

 

Í morgin fer Nestor innan ítróttarvarping í Føroyum, Jógvan Arge at siga frá EM-undankappingardystinum millum Estland og Føroyar í Talinn í útvarpinum hjá Kringvarp Føroya. Tann dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð.

 

Klokkan 19 byrjar EM-undankappingardysturin millum U-21 landsliðini hjá Føroyum og Andorra á ovara vølli í Gundadali. Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá hesum dystinum á Rás2.

 

Fótbóltshugaðir føroyingar fáa soleiðis møguleikan at hoyra farbróðir og bróðirson í somu familju siga frá hvør sínum dysti á hvør sínari rás. So talan verður um sanna útvarpssøgu í morgin.

 

Vinnur U-21 landsliðið á Andora gerast teir fyrsta føroyska landsliðið, sum fær eitt tveysiffrað stigatal í einari undankapping. U-21 landsliðið hevur 8 stig.

 

Dysturin hjá føroyska A-landsliðnum er tann fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum í hesari EM-undankappingini. So stórur spenningur er um báðar dystirnar. Og spenning skulu Jógvan og Tróndur Arge nokk bera í hvørt lurtitól kring landið.