Úrslitini lagaðu seg væl hjá FH í íslendsku pepsideildini ígjár.
FH, sum hevði Gunnar Nielsen í málinum vann 1-0 á útivølli ímóti Fjølni. Gunnar Nielsen hevði tríggjar góðar bjargingar í dystinum, og gjørdi sítt til, at FH slapp frá Extra-vøllinum í Reykjavík við øllum trimum stigunum. Tíverri var eingin spælitíð til Kaj Leo í Bartalsstovu hesaferð.
Samstundis tapti argasti kappingarneytin, Stjarnan á heimavølli 1-3 ímóti aldursforsetanum í íslendskum fótbólti, KR. Úrslitið merkir, at FH eru nú á odda við 31 stigum, og Stjarnan er nummar tvey við 27 stigum. Gunnar Nielsen vardi annars málið hjá Stjarnuni farna kappingarár. Og júst FH og Stjarnan møtast á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnafjørðinum til oddadyst komandi mánakvøld klokkan 19. Vinnur FH tann dystin liggja verandi meistararnir sera væl fyri at endurvinna íslendska meistaraheitið.
Hóskvøldið klokkan 19 spæla Fylkir og Sonni Ragnar Nattestad á útivølli ímóti ÍBV. Við einum sigri kann Fylkir nærkast ÍBV, sum er omanfyri niðurflytingarstrikuna við 17 stigum. Fylkir er næstaftast við 10 stigum.
Støðan í pepsideildini nú flestu liðini hava spælt 15 av teimum 22 dystunum í hesum kappingarárinum.
1 | FH | 15 | 9 | 4 | 2 | 21:9 | 31 |
2 | Stjarnan | 15 | 8 | 3 | 4 | 28:20 | 27 |
3 | Fjölnir | 15 | 8 | 2 | 5 | 30:17 | 26 |
4 | Breiðablik | 15 | 8 | 2 | 5 | 19:12 | 26 |
5 | KR | 15 | 6 | 4 | 5 | 18:15 | 22 |
6 | ÍA | 15 | 7 | 1 | 7 | 20:25 | 22 |
7 | Víkingur Reykjavík | 14 | 6 | 3 | 5 | 20:16 | 21 |
8 | Valur | 14 | 5 | 4 | 5 | 23:18 | 19 |
9 | Víkingur Ólafsvík | 15 | 5 | 3 | 7 | 17:25 | 18 |
10 | ÍBV | 14 | 5 | 2 | 7 | 13:16 | 17 |
11 | Fylkir | 14 | 2 | 4 | 8 | 14:24 | 10 |
12 | Þróttur Reykjavík | 15 | 2 | 2 | 11 | 11:37 | 8 |