Víðagitna soul sangarinnan, Aretha Franklin, er deyð. Tað boðar hennara tíðindatalsfólk frá, sambært AP tíðindastovuni. Hon bleiv 76 ár.
Hon hevur verið sjúk av krabbameini í fleiri ár og andaðist í dag í heimi sínum í Detroit. Hon hevði í síðstu tíð sínari verið innløgd, og familja hennara var hjástødd á sjúkraleguni.
Aretha Franklin hevur ofta verið umtalað sum drotningin av soul. Hon er m.a. kend fyri løgini Respect, A change is gonna come og I say a little prayer. Hon hevur vunnið 18 Grammy-virðislønir, og varð í 1987 fyrsta kvinnan, ið varð upptikin í Rock and Roll Hall of Fame.
- Vit eru ikki før fyri at finna passandi orð, sum kunnu lýsa pínuna í hjørtum okkara. Kærleikin hon hevði til síni børn, ommubørn og gummubørn hevði eingi mørk, ljóðar tað í úttalilsi frá familiu hennara.
Mánadagin kom fram, at Aretha Franklin var vorðin illa sjúk, og longu tá byrjaðu tónleikarar sum m.a. Beyoncé at heiðra souldrotningini. Elton John, Hilary Clinton og fleiri úttala seg í dag og takka fyri hennara tónleik.