Løgreglan varð boðsend til Kollafjarðar í gjárkvøldið, tá fráboðanir komu um eitt ferðsluóhapp.
Tað vísti seg, at ein maður var árendur av einum trukki. Trukkførarin hevði ikki varnast mannin og hevði tí bakkað á hann. Beinið var endað undir trukkinum og trukkurin hevðir koyrt oman yvir tí.
Maðurin var fluttur á Landssjúkrahúsið, har tað var staðfest, at skinnabeinið var illa brotið. Maðurin var tí lagdur undir skurð.
Arbeiðseftirlitið og løgreglan kannað málið.