Skipið var júst farið avstað úr Fuglafirði. Komið eitt lítið sindur norður um nýggju Vónina, broytti skipið kós og rendi á land. Hvat er hent, er ikki greitt. Brimil lá á Fuglafirði og fór beinanvegin til skipið.
Sløkkiliðsbilar, sjúkrabilur og politibilur eru eisini komnir.
Tað er MRCC, ið tekur sær av bjargingararbeiðinum, men enn er ikki greitt, nær nakað verður gjørt við at fáa skipið av aftur.