Reiðarin á trolaranum úr Kollafirði, Johan Joensen, sigur, at talan er um vanligt viðlíkahald í sambandi við klassing.
Strævið at fáa raksturin at hanga saman
Arbeiðið upp á Arctic Viking fer væntandi at taka umleið tvær vikur, greiðir Johan Joensen frá, og skipið fer beinan vegin til fiskiskaps aftur, tá ið umvælingararbeiði er liðugt, leggur hann afturat.
Arctic Viking hevur seinastu tíðina roynt á Flemish Cap, og skipið fer aftur á hesar leiðir, tá ið tað er liðugt umvælt.
Johan Joensen sigur, at tað fiskiskapurin hevur verið í lagi, men við vánaliga kiloprísinum á rækjum og høgu oljuprísunum, er tað strævið at fáa raksturin at bera seg.
Loyvið, ið Arctic Viking hevur at royna undir fremmandum flaggi, gongur út við árslok, og tá kemur skipið væntandi aftur undir føroyskt flagg.










