Arctic Viking er komin á fiskileið í Loynikrókinum. Rækjutrolarin úr Kollafirði hevði onkra útgerð við til Havborg, sum teir fingu frá teimum í gjár.
Tað hevur verið smáligur fiskiskapur seinastu dagarnar, men Havborg er um at verða fullfermd og fer væntandi at sigla fyrst í komandi viku.
Havborg fer at landa í Norðurnoreg. Teir byrjaðu túr 22. juli og hava út við 400 tons inni.
Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.










