«Arctic Sea» er funnið

Eitt russiskt hernaðarskip hevur funnið tað saknaða skipið «Arctic Sea», sigur russiski verjumálaráðharrin Anatalij Sedjukov, tað skrivar VG Nett. Russiskar tíðindastovur skriva, at verjumálaráðharrin Anatalij Sedjukov hevur váttað, at farmaskipið «Arctic Sea», sum hevur verið saknað í tríggjar vikur, er funnið við Kapp Verde-oyggjarnar.

Manningin hevur tað gott, manningin verður nú avhoyrd, fyri at vita hvat er fyrifarist, sigur verjumálaráðharrin sambært BBC.