Arctic Prime Fisheries knívin á barkan

Tey fyrstu 50 prosentini av veiðini hjá Arctic Prime Fisheries skulu landast í Grønlandi, áðrenn fiskur verður landaður í øðrum londum.

 

Grønlendska Fiskimálaráðið hóttir nú suðurgrønlendska reiðaríið, Arctic Prime Fisheries, um felagið ikki fylgir áløgdum treytum fyri at varðveita síni fiskiloyvi.

Tað var hin 17. desember í fjør, at Fiskimálaráðið kravdi, at "Arctic Prime Fisheries skal landa tey fyrstu 50 prosentini av veiðini í Grønlandi", áðrenn felagið kann landa í øðrum londum.

Reiðaríið kærdi seg um hesa avgerð, men so seint sum hin 28. januar kom málið aftur upp at venda í Fiskimálaráðnum, sum helt fast um sína avgerð. Síðan hevur Fiskimálaráðið fingið frænir av, at Arctic Prime Fisheries antin er á veg ella hevur verið í íslendskari havn.

Sermitsiaq hevur spurt stjóran í grønlendska Fiskimálaráðnum, Jørgen Isak Olsen, um tey hava meldað reiðaríið til løgregluna fyri brot á treytirnar fyri fiskiloyvinum. Men, stjórin sigur, at tað hava tey ikki.

Stjórin leggur tó aftrat, at Fiskimálaráðið hevur boðað reiðarínum frá, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um felagið landar fisk í Íslandi. - Hetta er brot á treytirnar fyri fiskiloyvinum, sum vit hava latið felagnum, sigur stjórin í Fiskimálaráðnum, Jørgen Isak Olsen, við Sermitsiaq.