Útstykkingar
Tað var í oktober, at Nes kommuna alment legði fram eina stóra útstykkingarætlan fyri økið kring Høganes og inn móti Løkinum í Runavík.
Formaðurin í teknisku nevnd hjá kommununi, Súni í Hjøllum, sigur, at kommunan framhaldandi arbeiðir við fyrireikingunum at fáa neyðugar góðkenningar til hesa stóru útstykkingarætlan.
Eftirspurningur
Hann vísir á, at stórur eftirspurningur er eftir grundøkjum í kommununi, og størsti parturin av grundøkjunum í nýggja sethúsaøkinum millum Heygarnar og Gadd eru seld.
Meðan bíðað verður eftir stóru ætlanini kring Høganes, hevur Nes kommuna samtykt at bjóða út eitt sethúsaøki undir Nesinum, sum liggur omanfyri verandi sethús undir Høganesi.
- Talan er um sløk 30 grundøkir, og ætlandi verður arbeiði við vegagerð boðið út í næstum, sigur Súni í Hjøllum.
Viðlíkahald
Nes kommuna hevur havt eina játtan upp á eina mió krónur til viðlíkahald av bygdavegum, eitt nú asfaltering.
- Vit hava eisini sett eina mió krónur av til slík arbeiðir á fíggjarætlanini fyri 2007.
Súni í Hjøllum sigur, at vegurin millum Heygarnar og Gadd, har fleiri sethús eru bygd – og onnur eru í gerð - skal asfalterast beinanvegin, eins og aðrir bygdarvegir eisini skulu viðlíkahaldast.