Arbeiðsóhapp í Suðuroy

Ein maður varð fluttur á Suðuroyar sjúkrahús. Arbeiðseftirlitið kannar málið.

Eitt arbeiðsóhapp hendi í gjárkvøldið á Tvøroyri. Tað var undir lossing av einum skipi, at ein maður varð árendur av einum trukki og breyt høgra beinið. Maðurin varð fluttur á Suðuroyar sjúkrahús.

 

Ikki er heilt greitt, hvørjar umstøðurnar annars vóru, men Arbeiðseftirlitið hevur fingið fráboðan um arbeiðsóhappi og fer tí undir at kanna málið.

 

Annars hevur talan verið um eina friðarliga nátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Fólk hava ikki verið í býnum, og tó at nakað av vindi hevur verið, er eingin fráboðan um skaða komin.