Arbeiðsóhapp í Fuglafirði

Mitt í meldurtíðini, tá fólk byrjaðu at venda nøsina heimeftir aftaná fyrsta arbeiðsdagin í vikuni, varnaðust fleiri fólk fleiri sirenur í høvuðsstaðnum. Tað vísti seg at vera ein sjúkrabil og nakrar politimotorsúkklur, ið fóru koyrandi norður eftir landsvegnum fyri løtu síðani.


Á løgreglustøðini verður upplýst, at sjúkrabilurin er á veg til eitt arbeiðsóhapp í Fuglafirði.


- Talan er um eitt arbeiðsóhapp í Fuglafirði, har ein maður hevur brotið beinið. Løgreglan fylgir sjúkrabilinum til staðið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.