Arbeiðsmenn í Havn hava reisigildi

Tað verður klárt at flyt inn i august

 

Í gjár varð flaggið vundið á stong á nýggja bygninginum, Havnar Arbeiðsmannafelag letur byggja á horninum Tinghúsvegur-Bøkjarabrekka.

Orsøkin var, at nú líður so væl við byggingini, at reisigildi var í gjár.

 

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at tað er Búsetur sum byggir og at arbeiðið gongur væl.

- Vit eru nakað frammanfyri tíðarætlanina og tað verður leygardagin tann 8. August, at húsið verða liðug.

 

Nýggja húsið er 1700 fermetrar í fimm hæddum og har skal Havnar Arbeiðmannafelag hava høli.  

Men 1200 fermetrar verða leigaðir út og teir skal Landsverk hava afturat teimum hølum, stovnurin frammanundan leigar frá Havnar Arbeiðsmannafelag í bygninginum, eru er fastur í nýggja bygninginum.

 

Nýggi bygningurin kostar 35 milliónir, men Hans Joensen sigur, at talan er um eina góða íløgu hjá Havnar Arbeiðsmannfelag, helst tí at húsið liggur so væl fyr, mitt í hjartanum í Havnini.