Arbeiðsmarknaðurin skal gerast meira fevnandi

Í døgunum 19. og 20. oktober, var MEGD við á fundi í norðurlendska brekráðnum í Keypmannahavn.

Ráðið liggur undir norðurlendska ministararáðnum og er sett við tveimum umboðum fyri hvørt norðurland, eitt frá almenna myndugleikanum og eitt frá meginfeløgunum. Frá Almanna- og mentamálaráðnum er Barbara Álvsdóttir Thomsen umboð. Her verður tosað um, hvussu norðurlond kunnu samstarva til frama fyri brekøkið.

 

 

 

Tey ungu hava eina klára rødd

 

Eitt av stóru evnunum var, hvussu brekráðið best kann verja og tryggja rættindi og sjónarmið hjá børnum og ungum í samlaða arbeiðinum. Við á fundinum vóru ung úr øllum Norðurlondunum, sum dagarnar fyri fundin saman høvdu arbeitt við, hvat tey arbeiða við hvør sær, og hvat hevur týdning at standa saman um.

 

Tey ungu løgdu fram við støði í kjaki og bólkaarbeiði frá døgunum saman. Tey vóru samd um, at norðurlendska brekráðið eigur at hava sessir til ung, ið bera brek. Hetta fyri at tey kunnu hava ávirkan á tað, sum tosað verður um og verður gjørt. Tað er torført at verja og tryggja teirra sjónarmið í frástøðu.

 

Samstundis hevur tað týdning, at Norðurlondini hava hvør sítt umboð, tí londini eru so ymisk, og her eiga allar røddirnar at verða hoyrdar. Umframt hevði hetta styrkt eitt betri samstarv millum ungdómsfeløgini.

 

Eingin greið niðurstøða var gjørd, men arbeitt verður víðari við, hvussu hetta kann gerast.

 

 

 

Arbeiðsmarknaðurin fyri fólk, ið bera brek

 

Eitt annað stórt evni var arbeiðsmarknaðurin. Hvussu kann arbeiðsmarknaðurin betri fevna enn fleiri, ið bera brek, og hvørjar avbjóðingar eru nú, og hvørjar verða í framtíðini.

 

Tað hevur týdning, at samfelagið fær gagnnýtt tilfeingið, ið er í einstaklinginum. Ikki fyri at samfelagið skal krevja ov nógv av borgarum, men fyri at hvør einstakur kann fáa møguleika at vera saman við øðrum, at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin og mennast sum menniskja.