Hagstovan skrivar á heimasíðu sínari, at árstíðarjavnaða talið av arbeiðsleysum føroyingum stóð í stað í desember mánaði. Sambært uppgerðini hjá Hagstovuni var arbeiðsloysið tá 3,2%, og tað er tað sama, sum talið var í november mánaði.
- Í 2014 minkaði arbeiðsloysið nakað meir hjá monnum enn hjá kvinnum. Frá desember í 2013 til desember í 2014 minkaði arbeiðsloysið hjá monnum úr 516 í tali, ið eru 3,5%, niður í 343, ið eru 2,3%. Hjá kvinnum minkaði arbeiðsloysið úr 628 í tali, ið eru 5,0%, niður í 541, ið eru 4,3%. Sostatt minkaði arbeiðsloysið hjá monnum við 173 og hjá kvinnum við 87.
Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 898 fólk í talið ella 3,3% í desember 2014. Hetta eru 48 fleiri enn í november 2014 men 273 færri enn í desember 2013.
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni. Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.










