Arbeiðsloysið kvinkar niðureftir

Árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkaði 0,1 prosentstig í februar

 

 

Hagstovan skrivar á heimasíðu sínari, at árstíðarjavnaða talið av fulltíðar arbeiðsleysum var 878 fólk – svarandi til 3,2% í februar mánaði í ár. Ártíðarjavnaða arbeiðsloysið í januar var 3,2%.

 

Av teimum 878 eru 346 menn, svarandi til 2,4%, og 532 eru kvinnur, svarandi til 4,2%.

 

Samanborið við februar í fjør er størsta minkingin hjá monnum, har 174 færri eru arbeiðsleysir nú, meðan tað eru 98 færri kvinnur, ið eru arbeiðsleysar. Í prosentum var talið í feburar í fjør 4,3%.