Í mars 2015 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 878 fólk, svarandi til 3,2%, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Hetta eru 13 færri arbeiðsleys enn mánaðin framman undan. Hjá monnum var arbeiðsloysið 2,4% og hjá kvinnum 4,3%.
Hagstovan skrivar, at samanborið við mars í fjør, bendir okkurt á, at tað fyrst og fremst eru menn, ið fáa starv ella á annan hátt fara úr arbeiðsloysisskipanini. Samanborið við mars í fjør, eru 123 færri arbeiðsleysir menn nú, meðan tað eru 66 færri kvinnur, ið eru arbeiðsleysar nú enn fyri einum ári síðani.
- Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar, greiðir Hagstovan frá.