Í juli var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 1.042 fólk, svarandi til 3,9%. Síðani mars hevur arbeiðsloysið ligið javnt millum 3,8 og 4,0%. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari
Arbeiðsloysið er hægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Í juli var arbeiðsloysið hjá kvinnum 4,9% ella 598 í tali. Hjá monnum var tað 3,0% ella 440 í tali. Hetta eru 158 fleiri kvinnur enn menn og er munurin vaksin nakað seinasta hálva árið.
Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið var í Sandoyar sýslu við 9,5%. Í Suðuroy var tað 5,3%. Minsta arbeiðsloysið var í Eysturoyar sýslu við 2,4%.
Eisini er munur á, hvussu arbeiðsloysið er innan ymsu aldursbólkarnar. Størst er arbeiðsloysið í aldursbólkinum 25-34 ár og minst í aldursbólkinum 16-24 ár.