Arbeiðseftirlitið má fáa nøktandi umstøður

Bjørt Samuelsen, tingkvinna, spyr Johan Dahl, landsstýrismann, um trygd á arbeiðsplássum.

Fyri góðari viku síðani kærdi Starvsmannafelagið sína neyð um støðuna á Arbeiðseftirlitinum, og nú tekur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, málið upp í Løgtinginum.

 

- Javnan er at frætta um óhapp á arbeiðsplássum. Við hvørt er talan um vanlukkur, sum geva álvarsom mein og tíverri hava eisini deyðsvanlukkur verið. Soleiðis byrjar Bjørt Samuelsen sínar viðmerkingar til skrivligu fyrispurningarnar hon hevur sett Johani Dahl, landsstýrismanni, um trygd á arbeiðsplássum.

 

Les eisini Arbeiðseftirlitið er niðurpínt 

 

Bjørt Samuelsen vísir á, at seinastu árini er játtanin til Arbeiðseftirlitið (sum síðani 2011 er partur av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni) heilt nógv skorin, hóast fakfeløg og onnur staðiliga hava ávarað ímóti at niðurraðfesta eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássum.

 

Játtanin til Arbeiðseftirlitið er skorin við nærum tveimum milliónum seinastu fimm árini, úr 4,7 milliónum í 2008 til 2,8 milliónir í 2013. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 skjýtur landsstýrismaðurin upp at uppraðfesta arbeiðseftirlitið við 410 000 kr.

- Hetta bøtir, tó at fíggjarligu karmarnir framvegis eru munandi trengri enn fyri fáum árum síðani, skrivar Bjørt Samuelsen í viðmerkingunum.

 

- Flestu føroysku fyritøkur taka vónandi trygdina á arbeiðsplássinum í størsta álvara. Tó tykist hetta ikki í nóg stóran mun at vera galdandi allastaðni, skrivar Bjørt Samuelsen.

 

Løgtingskvinnan hevur nú sett landsstýrismanninum soljóðandi spurningar

1.      Hvussu nógv álvarsom óhapp og vanlukkur hava verið á føroyskum arbeiðsplássum á landi seinastu tvey árini?

2.      Hvussu nógv er hetta, í mun til undanfarin ár?

3.      Metir landsstýrismaðurin, at trygdin á arbeiðsplássunum er nóg góð?

4.      Metir landsstýrismaðurin, at eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássum nóg gott?

5.      Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin at ásetingarnar í lógini um Arbeiðsumhvørvi verða hildnar?

6.      Hvat verður gjørt til tess at tryggja rættan hugburð til trygd á arbeiðsplássunum?

7.      Hvussu verður tryggjað, at nóg góð kunning verður givin arbeiðstakarum um arbeiði, sum kunnu vera vandamikil, umframt um amboð, kemisk evni og annað, sum kunnu viðføra álvarsamar skaðar?