- Arbeiðseftirlitið er so undirmannað, at stovnurin hevur slett ikki orku at hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum, hóast hann hevur lógarfesta skyldu til tað. Ímeðan verða fólk í hópatali sendi til hús við strongd. Politikararnir mugu vakna, áðrenn prísurin verður hægri enn samfelagið orkar at bera
Bersøgnu orðini eigur Starvsmannafelagið á heimasíðu síni í dag. Starvsmannafelagið almannakunngjørdi fyri kortum eina nýggja kanning, sum vísti, at ein stórur partur av limunum hjá Starvsmannafelagnum líða av strongd. Annarhvør limur hevur havt illgruna um strongd seinastu trý árini , fimti hvør hevur verið hjá lækna við sínum illgruna og umleið tíggjundi hvør hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd.
- Eftirlitið, sum sambært lógini um arbeiðsumhvørvi, skuldi verið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum í Føroyum, finst ikki – yvirhøvur, skrivar Starvsmannafelagið í dag.
- Orsøkin er, at stovnurin er so niðurpíndur, at hann hevur ikki fólk at taka sær av eftirlitinum við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á føroyskum arbeiðsplássum, hóast hann hevur lógarfesta skyldu til tess.
Starvsmannafelagið skrivar at Arbeiðeftirlitið hevur í dag einans 5 eftirlitsfólk í starvi, sum einans klára at røkja tær mest átroðkandi uppgávurnar.
- Skal stovnurin virka nøktandi skal hann hava minst 10 eftirlitsfólk, sigur deildarleiðarin á Arbeiðseftirlitinum, sum hevur havt eitt standandi tilmæli til politisku skipanina, um at raðfesta eftirlitið hægri.
Sambært greinini hjá Starvsmannafelagnum, fer ein uppraðfestingin av Arbeiðseftirlitinum at kosta millum 2 og 3 milliónir.
- Hetta er tó lítil at meta afturímóti tí stóru milliónaupphædd, sum sjúkrafrávera orsaka av hørðum arbeiðstrýsti man kosta landskassanum á hvørjum ári. Tískil er spurningurin um politiska skipanin hevur ráð at lata standa til.
Les eisini Starvsfólk undir sálarligum trýsti