Arbeiðið at gera vegin til níggju grundstykki við Ólavsvegi á Toftum varð liðugt í vár, og í dag varð avhendingarskjalið undirskrivað av Rúna Petersen fyri JHR og Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu.
Nes kommuna avgjørdi í fjør vár at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá JHR við Høgna og Rúna Petersen. Tilboðið var á 1,9 miljónir krónur.
- Kommunan hevur sjálv staðið fyri at leggja ávísar leiðingar. Nú arbeiðið varð avhendað í dag, var samstundis staðfest, at arbeiðið hevur gingið væl, og at tilboðskostnaðurin hevur hildið, siga tey í Nes kommunu.
Teknistovan í Gøtu við Henningi Olsen og Jens Klæminti Jacobsen hevur havt teknisku vegleiðingina og eftirlitið við arbeiðnum fyri kommununa.
- Vegna Nes kommunu takkaði borgarstjórin JHR og Teknistovuni fyri vælaverk og gott samstarv.
Súni í Hjøllum fegnaðist eisini um góða útsýni við Ólavsveg og segði seg ikki ivast í, at áhugi fer at vera fyri grundstykkjunum, sum koma á sølulistan hósdagin 2. juni, tá Nes kommuna fer at royna nýggja leistin fyri sølu av grundstykkjum.
Tøk grundstykki í Nes kommunu kunnu síggjast um heimasíðuna - www.nes.fo