Arbeiði í gongd at seta nýggjar ljósmastrar við fótbóltsvøllin á Eiðinum

Í desember mánaði byrjaði arbeiðið við at gera nýggjar ljósmastrar við fótbóltsvøllin á Eiðinum.

Fyrsta stigið í arbeiðinum var at grava út fyri mastrunum, og tað er fyritøkan Norcon úr Vági, sum stendur fyri hesum arbeiðinum.

Í alt verða settar upp fýra ljósmastrar, sum eru 21 metrar høgar. Ljósstyrkin verður 500 lux, sum tryggjar gott og javnt ljós á vøllinum og betrar um umstøðurnar til bæði venjing og dystir.

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í apríl / mai, um arbeiðsgongdin heldur fram sum ætlað.

Luma Lysteknik/ Musco er veitari av bæði ljósum og mastrum, og við hesum átakinum verður fótbóltsvøllurin á Eiðinum munandi dagførdur til gleði fyri brúkarar og áskoðarar, skrivar vagur.fo.