Arbeiði eingin trygd móti fátækradømi

Aðrastaðni eru tað fólk, sum ikki eru í starvið, sum eru rakt av fátækradømi, men so er ikki í Føroyum

Samanborið við onnur lond er Føroyar serstakt í so máta, at fólk liva undir fátækramarkinum hóast tey eru í arbeiði.

Hetta er ikki vanligt aðrastaðni enn í Føroyum og hongur helst saman við at nógv arbeiða niðursetta tíð, og at sosialar veitingar eru lutfalsliga høgar, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum, Heri Petersen.

Hetta kann somuleiðis vera tengt at trupulleikanum, sum støk við fleiri børnum hava - nevniliga, at tey missa inntøku, um tey vinna meira enn 240.000 krónur árliga.

Les meira um hetta í greinini Foreldur fangað í fátækrafellu