Gongur sum ætlað, verður arbeiðið aftur á saltfiskavirkinum á Toftum. Talan er um gamla flakavirkið á Toftum, sum fyrr nevndist, Nykur, men sum hevur verið saltfiskavirkið seinastu árini. Tað er Faroe Origin, sum eigur virkið, men seinastu trý árini hevur Vaðhorn leigað tað og hevur arbeitt saltfisk har. Sáttmálin gekk út í september og varð ikki endurnýggjaður og sostatt hevur einki arbeiði verið á virkinum síðani.
Men Nes kommuna skrivar á síni heimasíðu, at nú tekur Faroe Origin sjálvt um endan og letur virkið upp aftur og fer at halda fram at arbeiða saltfisk á tí. Søkt verður eftir fólki í hesum døgum, og gongst sum ætlað, verður latið upp aftur nú í januar. Stjórin, Jens Pauli Petersen sigur, at ætlanin er at fara varisliga fram og tískil dugir hann ikki at siga, hvussu nógvum arbeiðspláss vera á virkinum.
Men við vinnublaðið hjá Sosialinum herfyri, segði hann, at tað er ikki óhugsandi, at tey eisini fara at keypa frystan fisk uttanlands at virka á virkinum.
Seinastu mánaðirnar eru nakrar ábøtur gjørdar á virkið, bæði tekniskar ábøtur, og ábøtur, sum kravdist fyri at fáa góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
|