Arbeiðarafeløgini á Sandi og í Skopun, sum tilsamans eru trý í tali, fara hugsandi at ganga einari áheitan hjá Sandoy Seafood á møti um at seta pengar í virkið, soleiðis at virkið í Skopun kann lata uppaftur.
Á Sandi er arbeiðarafelag, sum bæði hevur kvinnur og menn sum limir, og í Skopun er bæði arbeiðsmannafelag og arbeiðskvinnufelag.
Sum skilst, skal peningurin brúkast til at keypa saltsproytu, soleiðis at framleiðslan á virkinum í Skopun kann umleggjast til lættsaltað fløk.
Virkið í Skopun hevur annars í fleiri ár verið eitt upsavirki, men sum skilst, verður nú lagt á annan bógv, soleiðis at virkið helst fer at keypa frystan fisk, sum verður flakaskorin og lættsaltaður.
in.fo skilir á limum í arbeiðarafeløgunum, at peningurin, sum feløgini ætlandi fara at seta í Sandoy Seafood, eitt nú skal brúkast til nýggju íløguna, sum væntandi kemur at blæsa nýtt lív í virksemið á fiskavirkinum í Skopun, sum hevur ligið stilt seinastu mánaðirnar.
Osmund Berg, formaður í Skopunar Arbeiðsmannafelag, sigur, at honum kunnugt er einki ítøkiligt um at seta pengar í Sandoy Seafood.
- Vit hava tosað saman og hava umrøtt ymiskt saman við eigarunum, men eg haldi ikki, at vit vita so nógv meira, enn almenningurin veit, og tað er lutfalsliga lítið, sigur formaðurin í Skopunar Arbeiðsmannafelag.