Veðurstøðin í Havn

Arbeiða við at fyrireika eina flogveðurtænastu

Íslendska veðurstovan umsitur flogveðurtænastu í Føroyum vegna Trafikstyrelsen

Veðurstøðin í Havn

So leingi sum loftøkið ikki er yvirtikið, kann Veðurstovan tískil bert fáa ábyrgdina fyri flogveðurtænastuni umvegis Trafikstyrelsen. Harumframt skal Veðurstovan góðkennast sambært altjóða og ES-reglum, sum millum annað umfata ISO fyri mannagongdir, KT-skipanir, útbúgving av starvsfólkum v.m., áðrenn Veðurstovan kann bjóða seg fram sum veitara.

Tað sigur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið í svari til fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum í sambandi við fíggjarlógina hevur spurt um hesar ætlanirnar og hvussu tær verða fíggjaðar.

Ráðið svarar, at danska Trafikstyrelsen er myndugleiki á loftøkinum í Føroyum. DMI umsitur flogveðurtænastuna vegna Trafikstyrelsen, men hevur útveitt flogveðurtænastuna fyri loftrúmið yvir Føroyar til íslendsku veðurstovuna at umsita.

– Í løtuni mangla 4-5 starvsfólk á Veðurstovuni fyri at kunna røkja uppgávuna.

– Fitt av fígging og møguliga full fígging kann fáast til flogveður umvegis avgjøld á flogfør í økinum, um líknandi avtalur (IKAO-avtalur) kunnu gerast fyri Føroyar, sum tað er gjørt fyri Grønland og Ísland. Higartil hevur gingið striltið at fáa eina slíka avtalu í lag fyri Føroyar.

– Eingin uttanhýsis fígging tykist tí tøk til endamálið, skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið í svarinum til Løgtingsins fíggjarnevnd.

 

 

Veðurstøðin í Havn