Nú verður ferð sett á arbeiðið at flyta brandskúlan til Klaksvíkar. Hann er við Áir, men endamálið er at gera Áir til eitt savn og tá riggar tað illa at hava brandskúla har eisini.
Nú hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í skúlamálum, hvussu gongur við ætlanini at flyta brandskúlan til Klaksvíkar.
Jenis av Rana sigur, at í næstum verður ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur settur, at gera eitt tilmæli til hann um, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis, hvar skúlin skal vera, hvørja útgerð hann skal hava, og so víðari. Tey, sum sita í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Sjónám, Vinnuháskúlan, Klaksvíkar kommunu og brunamyndugleikarnar.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vónar, at brandskúlin verður lagdur onkustaðni, har roykurin frá honum ikki verður til ampa fyri fólk. Jenis av Rana sigur, at tey hava tosað við Klaksvíkar kommunu, har ymiskir møguleikar eru umrøddir, men enn er tikki greitt, akkurát hvar brandskúlin kann vera.
Tað er heldur ikki greitt, hvussu tað verður við teimum, sum arbeiða á Brandskúlanum við Áir, men spurningurin um starvsfólkini skal viðgerast sum slík mál eiga at viðgerast, í góðum samráði við allar partar, sigur landsstýrismaðurin.
Tá ið brandskúlin verður fluttur til Klaksvíkar, verður hann helst lagdur afturat Sjónámi, men heldur ikki tað er endaliga avgjørt, sigur landsstýrismaðurin.










