Arbeiða fyri at gera tað lættari at koppseta seg

Nú verður arbeitt við at fara á pláss í Havn, har rættiliga nógv fólk hittast

Myndin er frá Landssjúkrahúsinum

Sum vit hava skrivað fleiri ferðir, er stígur komin í arbeiðið at koppseta fólk fyri koronu – hóast Tummas í Garði, limur í koppsetingarbólkinum ikki heldur, at støðan er heilt so vánalig, sum nøkur vilja gera hana til.

 

Les meiri um tað her: Støðan er ikki so vánalig sum nøkur halda

 

Men tað broytir ikki upp á upp á ta sannroynd, at myndugleikarnir vilja helst, at fleiri fólk lata seg koppseta. Fyri at gera tað lættari at verða koppsett, hava tey sostatt ferðast kring landið og koppsett fólk.

 

Men nú verður enn eitt stig tikið, tí seinnapartin leygardagin fara tey í SMS í Havn at koppseta fólk. Tummas í Garði, sum er limur í koppsetingarbólkinum, sigur, at arbeitt verður eisini við at fara á Glasir at koppseta øll tey, sum hava sína dagligu gongd har, so eisini tey kunnu vænta sær vitjan av einum koppsetingarliðið frá Landssjúkrahúsinum.

 

Annars eru tey eisini farin at bjóða fólki, sum eru serliga illa fyri, at verða koppsett fyri triðju ferð. Fólk skulu ikki melda seg til, tí tað eru serlæknarnir á økinum, sum senda boð eftir teimum. Støða er ikki tikin til um enn fleiri skulu hava tilboð um at fáa eina sproytu afturat.

 

Myndin er frá Landssjúkrahúsinum