Arbeiða enn við ránsmálinum

Hóast fýra menn eru skuldsettir í ránsmálinum í Húsagøtu, kannar løgreglan, um fleiri hava luttikið í fyrireikingini av ráninum

Mánakvøldið varð eitt starvsfólk í Burger King tikið á bóli, tá ið dagsins umsetningur skuldi latast í náttarboksina. Klokkan var 23.30, tá ið starvsfólkið gekk stuttu leiðina úr SMS niðan í Bank Nordik við dagsins umsetningi frá Burger King, Baresso og Sunset Boulevard. Starvsfólkið, sum er ein kvinna, varð álopin av tveimum monnum maskukløddum monnum, sum tóku taskuna við pengunum. Umsetningurin var umleið 10.000-11.000 krónur. 

 

Løgreglan hevur arbeitt skjótt í málinum, og báðir ránsmenninir eru síðani varhaldsfongslaðir. Teir skulu sita í varhaldi í fýra vikur, meðan løgreglan fyrireikar málið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Umframt teir varhaldsfongslaðu, eru tveir aðrir eisini skuldsettir í málinum.

 

- Dómarin hevur tó ikki mett, at grundarlag er fyri at varhaldsfongsling í hesum føri. Teir hava ikki havt nóg stóran leiklut í ráninum. Teir varhaldsfongslaðu hava havt størst virksemi í málinum, sigur vakthavandi í morgun. 

 

Vakthavandi leggur afturat, at kanningararbeiðið heldur áfram.

 

- Kanningararbeiðið snýr seg nú at fáa greiðu á, hvørt aðrir persónar hava tikið lut í fyrireikingini, sigur hann.

 

Starvsfólkið kann krevja endurgjaldskrav

Vakthavandi sigur, at starvsfólkið, ið varð álopið av ránsmonnunum, hevur møguleika at krevja endurgjald fyri tort og sviða. Tað er mannagongd í slíkum málum, sigur vakthavandi. 

 

- Um starvsfólkið hevur havt tørv á sálarfrøðingi eftir hendingina, hevur viðkomandi møguleika at krevja endurgjald fyri hetta. Tað er kostnaðarmikið at hava viðtalu við sálarfrøðing. Um starvsfólkið hevur mist arbeiðsinntøku vegna hendingina, hevur viðkomandi eisini møguleika at krevja endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hesum viðvíkjandi, sigur vakthavandi at enda.