Ein arbeiðsvanlukka umborð á trolbáltinum Darwin E669 úr Esbjerg hevur í nátt kostað einum 47 ára gomlum føroyingi lívið.
Trolarin var staddur í Norðsjónum, 70 fjórðingar út fyri Esbjerg, tá óhappið hendi.
Maðurin datt seks metrar niður í lastrúmið, har hann fekk skaða á høvdið. Hann doyði eftir øllum at døma á staðnum.
Tann 47 ára gamli maðurin varð avheintaður av eini tyrlu og flogin til Skrydstrup, haðan hann varð koyrdur á skaðastovuna í Aabenraa og staðfestur deyður.
Danska skipaeftirlitið og Syd- og Sønderjyllands Politi fara í dag umborð at kanna skipið, ið eftir ætlan skuldi verið komið í havn í Esbjerg.










