Arbeiðsvanlukka kravdi mannalív

Stutt fyri middag í gjár hendi ein arbeiðsvanlukka umborð á einum alibáti á Oyndarfirði. Vanlukkan kravdi einum 36 ára gomlum manni lívið

Arbeiðsvanlukka

 

Gjárdagurin gjørdist ófrættakendur í Oyndarfirði í gjár, tá ið løgregla og sjúkrabilur komu til bygdar.

Ein arbeiðsvanlukka var hend umborð á einum alibáti, sum hevði kostað einum ungu manni lívið.

Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at Alarmsentralurin fekk boðini um tilburðin um 11.30-tíðina í gjár og bæði sjúkrabilur, lækni og løgregla fóru beinanvegin á staðið.

 

Einsamallur á báti

- Teir arbeiddu umborð á alibátum á Oyndarfirði, tá vanlukkan hendi. Maðurin, sum hesa løtu var einsamallur í tí eina bátinum, varð av eini ella aðrari orsøk kleimdur fastur í ein enda.

Sýslumaðurin segði í gjár, at løgreglan kannar málið, og tað ger Skipaeftirlitið eisini.

- Enn er ov tíðliga at staðfesta, hvussu syndarligi tilburðurin er farin fram, segði Kristian Martin Joensen, tá vit høvdu hann í telefonini seinnapartin í gjár.

 

Skriva frágreiðing

Sosialurin royndi í morgun at fáa greiði á, hvat er hent 36 ára gamla manninum í alibátinum, men á løgreglustøðini í Runavík var sýslumaðurin upptikin.

Vit ringdu eisini til Skipaeftirlitið, og har var stjórin eisini upptikin á fundi.

Á Skipaeftirlitinum fingu vit tó at vita, at tey nú eru í holt við at skriva eina frágreiðing um tilburðin, sum kostaði tí 36 ára gamla manninum lívið.