Eg eri fleiri ferð biðin um at koma í nevndina í Djórafelagnum, men havi borið meg undan, av teirri orsøk, at eg veit hvussu arbeiðsumstøðurnar eru har.
Onkur heldur kanska at tað er eitt sindur løgið at koma við hesum máli nú, júst sum politikkarnir royna at fá eina samgongu í lag. Men eg haldi absolut at hettar ”forsømda mál” eigur at koma fram, nú vit hava eitt býraðsval fyri framman. So eg skrivi hettar við vón um, at eitt nýtt býráð fer at hava okkara bleytu vinir við, tá planlagt verður.
Minnist at eg sum smágenta plagdi at ganga á hurðina hjá Gurli Restorff við kettum, sum eg hevði funnið og sum eingin var góður við, ella eingin átti. Hon fekk altíð sama kerliga úttrykk í eyguni, tá hon sá hettar dýr, tók tað inn til sín, sjálvt um har var yvirfylt av ørðum heimleysum dýrum.
Hettar er næstan 50 ár síðani, og tá noyddust tey sum arbeiddu í Djórafelagnum at hava hesi ymisku dýrini, sum fólk komu við inni hjá sær sjálvum, tí tey høvdu onga staðir at hava tey.
Í dag er akkurát sama skil. Fólk vita um dýr sum ganga fyri vág og vind, men vilja ikki blanda seg uppí, tí allarhelst hanga tey sjálvi uppá dýrið. Eg havi tosað við eina damu í Djóraverndarfelagnum, hon segði mær, at meiningin er at gera eina innsamling, so tey kunnu keypa eitthvørt hús (sjálvandi krevst ikki nøkur luksusvilla) har tey kunnu hava tey innkomnu dýrini og skiftast um at passa tey.
Eg haldi ikki, at tað skuldi verið neyðugt at gjørt eina innsamling, tey skuldu fyri langari tíð síðani fingið eitt hús at verið í. Ein skal hugsa um at Djóraverndarfelagið er eitt felag har fólk arbeiða frívillugt og eg má siga at eg taki hattin av fyri teimun, at tey blíva við undir tílíkum umstøðum.
Enn tann dag í dag verða hundar, ið verða upptiknir, læstir inni í einum lítlum húsi/fjósi úti í Havnardali, har standa teir í 3-4 dagar. Um so eingin spyr eftir teimun, so verða teir avlívaðir: Eg havi sjálv hoyrt ýlini frá teimum, og soleiðis hevur tað verið alt tað eg kann minnast. Til ketturnar hevur býráðið fellur, har ketturnar verða fangaðar í, hava tær einki chip í nakkanum, verða tær avlívaðar. Tað bleiv enntá víst í sjónvarpinum, har tey avlívaðu eina tama vakra kettu fyri opnum skermi, kalt og kyniskt.
Sjálvandi skal hattar broytast. Ikki bara við einum størri húsi til hundarnar at standa í hesat 3-4 dagarnar, men soleiðis at tá ein borgari finnur eitt dýr, ella veit um eitt dýr ið ongan góðan eigur, kann hann ringja til Djórarverndarfelagið, sum so kemur á staðið og avheintar dýrið og koyrir tað til húsið, sum tey hava. Har verður tað kannað av einum djóralækna og fær pleygu. Um so eingin spyr eftir dýrinum, roynir man at finna eitt heim til tað. Sum nú er mugu tey avlíva fleiri dýr, tí tað er ikki pláss fyri inni hjá privatum fólki at hýsa hesum dýrum.