Arbeiðstøk skulu skelta Føroyar

Í næstum kunnu arbeiðstøk, sum eru í Arbeiðsloysisskipanini, verða við í eini verkætlan um at seta skelti upp ymsastaðni í Føroyum.

ALS og Ferðaráðið fara saman við kunningarstovunum og Landsverki at gera av, hvar skal skeltast, við hvørjum og hvussu.

Eisini er ætlanin at seta greiðar vegvísarar og varðar upp eftir gomlu bygdagøtunum, so føroyingar og ferðafólk kunnu ganga trygt runt í Føroyum.

Longu nú kunnu arbeiðstøk melda seg til at vera partur av verkætlanini.

Í byrjanini er ætlanin at seta trý ella fýra toymi við fýra fólkum í hvørjum toymi. Hvørt toymi fær sín landslut at arbeiða í. Toymið fær ein bil at ráða yvir. Ein snildfon verður latin hvørjum toymi til at skjalprógva arbeiði við.

Toymini fara at tosa við heimildarfólk og seta seg inn í søgurnar á staðnum, soleiðis at hesar verða sagdar á besta hátt.

Á einari felags Facebooksíðu verður arbeiðið skjalprógvað við filmi og myndum.

- Við at melda teg til “Kom og skelta Føroyar” fært tú innlit í føroyska ferðavinnu, tænastuskeið í ferðavinnu, royndir í toymisarbeiði og skeið í filmsklipping. Tú fært eisini skeið í at skriva umsókn, lívsgongdarlýsing og at fara til samrøðu, sigur ALS á heimasíðu sínari.

Øll, sum eru við í hesi verkætlanini, fáa praktikkpláss á kunningarstovunum í summar.