? Tað er alt í lagi, at eitt fakfelag stríðist fyri betri korum.
? Men tað er ikki í lagi, at tað ferð eftir ferð bara skal ganga útyvir tann partin í landinum, sum frammanundan er ringast fyri.
Nógvir suðuroyingar eru stak misnøgdir við arbeiðssteðgin á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Tey vísa á, at hvørja ferð verkfall ella verkbann er, gongur tað tað mest útyvir útjaðarin í Føroyum, tvs. tann partin í landinum, sum er ringast fyri frammaundan.
Nógva staðni norðanfyri gongur samferðslan sum vant, men til Suðuroyar, norðoyggjar og aðrar útoyggjar, er hon kvett av. Fiskaarbeiði, og annað arbeiðið gongur sum vant í meginøkinum, men í útjaðaranum er eru møguleikarnir skerdir, tí óvist er, um tað slepst av við fiskin.
Ein av teimum, sum er púra samdur í hesum, er Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági.
Hann sigur, at vektin í arbeiðssteðginum er púra skeivt býtt.
? Tað er útjaðarin sum ferð eftir ferð verður raktur, ímeðan lívið á meginøkinum gongur sum vant.
Hann heldur, at tá ið mestsum alt annað samferðslukervið í landinum er opið, hóast arbeiðssteðgur er, áttu farleiðirnar til útjaðaran eisini at verið opnar.
Hann leggur dent á, at hann vil ikki taka rættin til
verkfall, ella verkbann, frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Men hann heldur kortini, at samferðslan til útjaðaran átti at verðið tryggjað.
Tí hann heldur,at tað er mark fyri, hvussu langt vit skulu ganga í okkara lítla landi
? Støðan hjá útjaðaranum í Føroyum er sera hættislig sum er. Fyrst verður alt virksemið lagt í Havnini. ? Men at so Strandferðslan eisini skal leggjast lamin, hvørja ferð arbeiðssteðgur er, leggur bara stein oman á byrðu.Býráðsformaðurin vísir á, at tey, sum eru knýtt at Smyrli á landi og umborð, eru í trimum ella fýra fakfeløgum: Arbeiðsmannafeløgum, Starvsmannafelagnum, Maskinmeistarafelagnum og í Skipara & Navigatørfelagnum.
? Tvs, at næstan hvørja einastu ferð ósemja er á arbeiðsmarknaðinum, verður smyril lagdur.
Tí heldur hann, at samferðslan á sjónum eigur at verða tryggjað onkusvegna.
Men um tað skal gerast við lóg, við at gera manningina til tænastumenn, ella á annan hátt, veit hann ikki.
Ein vanlukka
Jógvan Krosslá sigur, at støðan, sum hon er, kann verða ein vanlukka fyri útjaðaran.
? Tað er útjaðarin, sum stendur fyri útflutninginum.
? Men tá ið samferðslan verður rakt av arbeiðssteðgi, kann tað forða seljarum at ymsum slag at halda sáttmálar. Og tað kann blíva ein vanlukka fyri smá virki. Sostatt fær hesin arbeiðssteðgurin ikki bara avleiðingar fyri okkum í krónum og í oyrum. Hann kann eisini fáa vanlukkuligar avleiðingar í longdini
Og tað heldur Jógvan Krosslá verða púra skeivt.
Tí hetta eru tey, sum í veruleikanum hava minst við arbeiðssteðgin at gera.
? Tað eru so fáir limir í Starvsmannafelagnum í Suðuroy. Tí er tað burturvið, at nettupp Suðuroyggin skal verða harðast rakt av øllum, saman við øðrum útoyggum. Tað vil so aftur siga, at arbeiðssteðgurin rakar harðast, har tiltøkini ávirka minst.
Tí heldur hann, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at finna sær onnur vápn at stríðast við, enn at seta tiltøk í verk ímóti ósekum fólki í útjaðaranum, sum onga ávirkan hava á gongdina í arbeiðssteðginum
Hann sigur, at tað einasta, sum kemur burturúr hesum, er at føroyingar verða settir upp ímóti hvør øðrum, og at fólkið í miðstaðarøkinum fær fólki í útjaðaranum ímóti sær.
? Og tað hevur ongin vunnið nakað við, heldur Jógvan Krosslá.
Vit ætlaðu eisini at spyrja hin býráðsformannin í Suðuroy, Páll Vang á Tvøroyri, men hann er burturstaddur.
Eydnast ongantíð
Vit fingu eisini eitt stutt orð á Ronnie Midjord, umsjónarmann á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sunnudagin var hann í Sandvík og tók ímóti fólki, sum kom við Tyrluni. Eisini hon er rakt av arbeiðssteðginum, tí tann, sum avgreiðir hana í Froðba er í Starvsmannafelagnum. Í stuttari viðmerking, heldur hann at tað er galið, at lemja samferðsluna til útjaðaran, hvørja einastu ferð, ósemja er á arbeiðsmarknaðinum, samstundis, sum tað ongantíð enn hevur eydnast at blokera høvuðsferðsluæðrina í Føroyum, nevniliga ferðsluna um Vestmannasund.