Arbeiðssteðgur: Semingsroyndin bar ikki á mál

Tað eydnaðist ikki semingsmonnunum Alfred Petersen og Jógvan Amonsson at finna eina semju millum Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Finansforbundet. Føroysku peningastovnarnir og tryggingarfeløgini fara tískil at skerja teirra virksemi frá mikumorgninum 23. mai 2007

Um trý-tíðina náttina til týsdagin 21. mai ásannaðu semingsmenninir, at AFF og Finansforbundet eru ov langt frá hvørjum øðrum til, at eitt semingsuppskot kundi verða lagt fyri partarnar.

- Tað er sera óheppið, at fakfeløgini á fíggjarøkinum ikki samráðast saman, og tað er hetta, sum hevur skapt ta støðu, vit í dag eru í. AFF gjørdi fyri einum góðum mánaði síðan ein sáttmála við Yrkisfelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, sum umboðar tann partin av starvsfólkunum í fíggjargeiranum, sum ikki arbeiða í Føroya Banka ella Trygd, svarandi til umleið 70 % av starvsfólkunum á fíggjarøkinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum í tíðindaskrivi í nátt.

- Sáttmálin við YFF er á sama støði, sum sáttmálin Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið gjørdu fyrr í ár. Tað er tískil trupult fyri AFF at síggja nakra grundgeving fyri, hví Finansforbundet krevur eina størri hækking fyri starvsfólkini í Føroya Banka og Trygd, enn restin av fíggjarheiminum og aðrir bólkar í samfelagnum annars hava fingið, sigur AFF.

AFF harmast um, at skerda virksemið kann vera til ampa fyri viðskiftisfólk og samstarvsfelagar hjá peningastovnunum og tryggingarfeløgunum næstu dagarnar.

Undir arbeiðssteðginum hava hesar deildir opnar:

Deildirnar hjá Føroya Banka í Niels Finsensgøtu og Húsagøtu í Tórshavn

Deildirnar hjá Eik Banka í Sverrisgøtu og Yvir við Strond í Tórshavn

Deildin hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík

Deildin hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági

Deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni í Tórshavn

Trygd í Gongini í Tórshavn

Kaupthing Føroyar í Bókbindaragøtu í Tórshavn

Allar aðrar deildir hjá limunum í AFF hava stongt í tíðarskeiðnum, arbeiðsósemjan stendur við.

Arbeiðið á Elektron er óbroytt, soleiðis at øll viðskiftafólk kunnu nýta vanligu sjálvsavgreiðslurnar.