Arbeiðssteðgur á Faroe Pelagic

Av tí at sáttmálaviðurskifti ikki eru komin í rættlag verður noktað limum felagsins at arbeiða á Faroe Pelagic. Arbeiðsstøðgurin er galdandi frá miðnátt í kvøld, boða arbeiðarafeløgini frá.

Í gjár vóru arbeiðsfólkini á Faroe Pelagic í Kollafirði kallaði til fundar við arbeiðarafeløgini, tí ein niðurstøða skuldi finnast á ósemjunum millum feløgini og Faroe Pelagic um korini hjá arbeiðsfólkunum.

Fyri løtu síðani sendi feløgini eitt skriv til leiðsluna í Faroe Pelagic, har boðað varð frá, at allir limirnir hjá feløgunum leggja arbeiði niður á midnátt í kvøld.

Feløgini siga, at sum avtalað á fundi í stilluviku, so lovaði leiðslan á Faroe Pelagic at øll trygdarviðurskifti og sáttmálaviðurskifti skuldu koma í rættlag.

Leiðslan boðaði millum annað frá, at arbeiðarafeløgini skuldu fáa skrivliga váttan um, at lønarviðurskiftini komu í rættlag.

Enn hava feløgini ikki fingið vissu fyri nøkrum av omanfyrinevndu viðurskiftum, tvørturímóti, so ber til at staðfesta, at niðanfyristandandi viðurskifti ikki eru í lagi:

- Øll arbeiðsfólki hava ikki fingið neyðuga trygdarútgerð so sum hjálmar, trygdarskógvar og búna at arbeiða í har hetta er kravt.

- Arbeiðsfólkið hevur ikki fingið lønina tey eiga til góðar fyri tíðina desember til apríl. Her er talan um yvirtíðarløn fyri kvøld og náttararbeiði umframt løn fyri at arbeiða í døgverðatímanum.

-Higartil hevur arbeiðsfólki ikki fingið tær drekkapausur og døgverðatíma tey hava rætt til.

-Ásetingin um hvíld millum vaktir hevur heldur ikki verið hildin.

-Summi arbeiðsfólk hava trupulleikar av at fáa lønarseðlar.

-Arbeiðsfólki hevur ikki fingið setanarskriv, hetta er bæði lógarbrot og sáttmálabrot.

Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Kollafjarðar Arbeiðarafelag siga, at tey kunna ikki liva við, at omanfyrinevndu viðurskifti ikki eru í lagi, og hava tískil avgjørt at kalla alt fólkið heim.

-Fólkið fer ikki til arbeiðis aftur fyrr enn feløgini hava fingið vissu fyri, at Faroe Pelagic fær omanfyrinevndu viðurskifti í rættlag umframt at felagið heldur sáttmálar felagsins og lógir landsins, siga feløgini.

Feløgini fara eisini eftirfyrlgjandi at senda eina rokning fyri alt tað yvirarbeiði, náttarbeiði og arbeiði í døgverðatímanum, sum hevur verið síðani desember 2009.