- Eingin ynskir arbeiðssteðg, og als ikki vit. Vit hava enn einaferð roynt at fingið ordiligar samráðingar við Fíggjarmálaráðið, men tíverri vísa tey ongan veruligan áhuga í at viðgera tey krøv, sum hava týdning fyri okkum.
Tað sigur felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í kvøld, og tey leggja aftrat, at hetta kunnu tey ikki góðtaka. Tískil hava tey einki annað val enn at fara í arbeiðssteðg.
Á síni heimasíðu í kvøld sigur felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum, at teirra limir fáa munandi minni í løn enn aðrir starvsbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd.
- Tað er eingin grundgeving fyri, hví hetta er so - annað enn, at hetta er ein søguligur skeivleiki. Vit hava sum felag roynt at rættað skeivleikan í nógv ár, men svarið er altíð, at ráð ikki eru til tess.
Felagið vísir á, at við fleiri hundrað miljónum í avlopi á fíggjarlógini, er peningur nú tøkur at rætta henda skeivleika. Tí kunnu tey ikki góðtaka, at hetta enn einaferð verður útsett.
- Vit hava eina stjórn, sum fór til val upp á at vilja minka lønarmunin í samfelagnum. Nú skulu tey vísa, at tey meina tað, tey lovaðu, sigur felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum.
Við In.fo í kvøld sigur forkvinnan í felagnum, Óluvá í Gong, at royndin at finna semju millum partarnar endaði í kvøld klokkan 19, tá Terje Sigurðsson gavst við semingsroyndunum.
- Hetta merkir, sigur Óluvá í Gong, at áður fráboðaði arbeiðssteðgurin nú er settur í verk.
Arbeiðssteðgurin er galdandi fyri allar narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi.










