- Tingið verður til grin, vissi ikki nakað hendir nú.
So bersøgin er Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Men hann var langt frá einsamallur um at føla seg illa í Løgtinginum í gjár.
Tað kom fram, tá ið Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, spurdi Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, hvat vit hava fingið burtur úr pengunum, sum Løgtingið játtaði á fíggjarlógini fyri at hjálpa byggivinnuni burtur úr kreppuni.
Í hesum sambandi setti Løgtingið 15 milliónir av á fíggjarlógini í ár til at bjálva almennar bygningar fyri.
Samstundis var talan um eitt orkusparandi tiltak hjá tí almenna.
Ikki ein króna
Men í Løgtinginum í gjár kundi Annika Olsen staðfesta, at enn er ikki ein króna brúkt til endamálið.
Tað einasta, sum er brúkt av játtanini higartil, eru góðar 800.000 krónur, sum Landsverk hevur brúkt til at kanna nakrar bygningar fyri.
Og landsstýriskvinnan kundi eisini upplýsa, at væntandi skulu tvær milliónir brúkast afturat til kanningar av ymsum slagi.
Og tað fekk misnøgdina at breiða seg í tingsalinum og tinglimir úr fleiri flokkum hildu, at hetta líkist ongum.
Tinglimir eru serstakliga ónøgdir við, at onki enn er brúkt til byggivinnuna sjálva, hóast tað var endamálið.
Men teir eru eisini serstakliga ónøgdir við, at heilar 2,8 milliónir av játtanini skuldi brúkast til at gera kanningar fyri.
Alt ov seint
Annika Olsen segði, at kanningarnar eru um at verða lidnar og í næstu framtíð verður farið undir at umvæla og bjálva fyri pengarnar.
Hesum ivaðust tinglimir stórliga í, tí tað var so langt útligið og Landsstýriskvinnan kundi ikki annað enn geva teimum rætt í, at tað er ”ikki fornuft” at fara undir stór uttandura arbeiðið upp undir hávetur.
Hon var líka hørm um støðuna, sum øll hini, tí hennara ætlan var, at fyrireikingarnar skuldu vera í vár, so at sjálv arbeiðini kundi gerast í vár og í summar ímeðan veðrið var gott.
- Hetta var eitt hjartabarn og vit vóru samd við Landsverk um, at tær fyrireikandi kanningarnar skuldu skuldu fáast frá hondini skjótt. Men tíverri hevur tað gingið ómetaliga seint, legði hon afturat
Og hon gjørdi greitt, at skuldi Landsverk umsita játtanina eitt annað ár, skuldi arbeiðið leggjast betri til rættis.
Hvussu tórført kann tað vera?
Eyðgunn Samuelsen og onnur tingfólk fýltust á, at so stórur partur av játtanini skuldi brúkast til pappírsarbeiði, tí her var er ikki talan um arkitektur av nøkrum serligum slagi og tí var óneyðugt at gera alt so akademiskt.
- Hvussu tórført kann tað vera at bjálva skorsteinar og skifta vindeygu? spyr hon. Tað er onki høpi av nógvum av hesum kanningum, leggur hon afturat í samrøðu við Sosialin.
Hennara uppskot er tí, at teir stovnar, sum skulu umvæla sínar bygningar, skulu sjálvir sleppa at umsita játtanina og fáa ábyrgdina av, at gagnnýta peningin væl og at dygdin í arbeiðnum er í lagi. Í øllum førum, tá ið játtanin er minni enn eitt vist, tí tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu hava eina umfatandi almenna umsiting, sum skal stýra øllum smálutum.
- Tað er syndarligt at staðfesta, at nú níggju mánaðir eru farnir av árinum, er tað einasta, ið er hent, tað, at 800.000 kónur eru brúktar av játtanini til fyrireikingar av ymsum slagi, sigur hon.
Hon visti at siga frá onkrum stovnum, at teir høvdu havt vitjan av trimum ymsum bólkum av serfrøðingum av ymsum slagi at kanna ein bygning, sum skuldi bjálvast og hava nýggj vindeygu og umsóknarskjalið, sum skuldi fyllast út, var so umfatandi og fløkt, at tað var ringt at síggja meininginina við tí.
Men Annika Olsen segði, at heilt so einfalt er tað ikki, tí áðrenn ein bygningur verður bjálvaður, er neyðugt at kanna, hvar varmatapið er.
Samstundis skuldu greiðast fáast á, hvørjir bygningar skuldu umvælast og kravið til Landsverk var, at teir skuldu vera kring landið.
Les eisini greinina: Dryppar um alt landið