Arbeiðsmenn í Klaksvík standa einsamallir

Øll arbeiðarafeløgini, uttan Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, hava nú endaliga avgjørt at siga sáttmálarnar við arbeiðsgevarnar upp

Sáttmálasamráðingar

Tað er nú greitt, at fýra av teimum fimm arbeiðarafeløgunum í landinum, fara at siga sáttmálarnar við arbeiðsgevararnar upp.
Freistin at siga sáttmálan upp er í dag. 1. mars og bæði Føroya Arbeiðarafelag, Arbeiðsmannafelagið og Arbeiðskvinnufelagið í Havn og Arbeiðskvinnufelagið í Klaksvík, hava nú sent arbeiðsgevarunum boðini um, at tey siga sáttmálan upp.
Tað er langt síðani, at Føroya Arbeiðarafelag gjørdi av at siga sáttmálan upp.
Ingeborg Vinther hevur fyrr sagt, at hon heldur at tað er rætt at siga sáttmálan upp, tí tað eru altíð ábøtur, sum kunnu gerast í sáttmálanum.
Á aðalfundinum í Havnar Arbeiðskvinnufelag leygardagin, varð samtykt at siga sáttmálan upp. Í Havnar Arbeiðsmannafelag hevur tað leingi verið ætlanin at at siga sáttmálan upp og á aðalfundinum fyri eini viku síðani, tóku limirnir einmælt undir at siga hann upp.
Í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag fekk nevndin heimild at siga sáttmálan upp, og tað hevur hon gjørt.
Tí er tað greitt, at samráðingar skulu verða ímillum Arbeiðsgevarar og tey fýra arbeiðarafeløgini í apríl um nýggjan sáttmála.
Sostatt er tað eisini greitt, at Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag kemur at standa einsamalt við síni avgerð um ikki at siga sáttmálan upp.
Tað er ikki avgjørt enn, hvussu samráðingarnar verða skipaðar, ella um feløgini fara at samráðast saman ella ikki.