Tíðindaskriv
Føroyski arbeiðsmarknaðurin má endurnýggjast. Tað er ein niðurstøða hjá Bárði Nielsen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, eftir at enn ein arbeiðssteðgur hevur rakt borgarar og vinnulív í Føroyum fleiri dagar á rað.
"Í framkomna samfelagnum kann eingin góðtaka, at ravmagn verður skamtað. Tí er tað positivt, at verkfallið hjá Maskinmeistarafelagnum loksins er av. Kortini er skipanin á arbeiðsmarknaði okkara framvegis óbroytt, og tað er í grundini har, stóri trupulleikin liggur", sigur Bárður Nielsen.
Landsstýrismaðurin vísir á, at føroyingar seinastu fáu árini hava verið vitni til alt ov nógvar ósemjur, ið hava borið í sær arbeiðssteðgir, sum hava lagt landið lamið.
"Í minsta lagi 50 fakfeløg kunnu seta verkfall í verk. Harnæst verða ólóglig verkføll eisini sett í verk sum t.d. dagsins verkfall hjá Starvsmannafelagnum og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Bara eitt fátal av høvuðsavtalum eru. Eingin fær stundir at umráða seg ella práta saman. Av tí sama síggja vit, at Løgtingið kemur uppí og steðgar verkføllum. Hetta er óskipað og ótíðarhóskandi", sigur Bárður Nielsen.
Landsstýrismaðurin eftirlýsir ein arbeiðsmarknað við fáum meginfeløgum, har sjónarmið verða samskipað. Við høvuðsavtalum koma meira útgreinaðar reglur fyri, hvussu farast skal fram, tá ið arbeiðssteðgir skulu setast í verk.
"Ongin vil pilka við tann grundleggjandi rættin at samráðast og at fara í verkfall, men við skipaðum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum slepst undan, at fakfeløg at kalla skiftast um at fara í verkfall. Ein treyt fyri, at arbeiðsmarknaðurin virkar, er sjálvandi eisini, at fakfeløg virða ta friðarskyldu, sum er galdandi og ikki í tíð og ótíð hótta við ólógligum verkføllum. Hetta er ein ótolandi óskikkur, ið ikki hoyrir framkomna samfelagnum til", sigur Bárður Nielsen.
Sambært landsstýrismanninum hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum skyldu til støðugt at bøta um skipanina á arbeiðsmarknaðinum í samstarvi við avvarandi myndugleikar.
"Mítt uppskot er, at vit nú fara at skifta orð um, hvussu arbeiðsmarknaðurin skal endurnýggjast. Eisini eigur ein ætlan at verða løgd fyri, hvussu endurnýggjanin kann fremjast í verki", sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.










